Syngið viðSyngið við er ein bólkur av kvinnum og monnum, sum hava felags áhuga, at spæla á harmoniku, guitar, mandelin, trummur, klaver og onnur ljóðføri.
Luttakararnir sum manna bólkin, koma frá flest øllum samkomum, meinigheitum og kirkjum í Føroyum.
Endamálið við hesum "Syngið við´" bólki er, at skipa fyri "Syngið við tiltøkum kring landið," har vit spæla á harmoniku, klaver, mandelin, guitar og fólkini sum er samankomin syngja saman við okkum.
Vit syngja kendar andaligar sangir og sálmar, sum luttakararnir duga og vanliga syngja í savnaðinum har tey koma.
Ynskir tú at skipa fyri, at vit koma út til tína samkomu ella kirkju at hava eitt "SYNGIÐ VIÐ KVØLD" , so eru vit altíð klárir.
Okkara motto er:
TIT RINGJA - VIT SPÆLA !
|